Um Aurora Water
Ein 20 ára gamal dreymur gerst veruleiki
Dreymurin um at selja vatnið úr Lopra spratt í 2001. Vatnið úr kelduni í Sumbiarbergholinum ber orð fyri at vera eitt tað besta í heiminum, millum annað tí at pH-virðið er so høgt.
Tann fyrsti, ið søkti um loyvi fyri næstan 20 árum síðan, var John Midjord. Tað skuldu tó ganga 14 ár, áðrenn gongd fekst á framleiðsluna.
Í 2016 komu tær fyrstu fløskurnar við navninum Aurora Water á marknaðin.
Aurora Water bjóðar í dag eina serstakliga góða vøru, sum er tað besta vatnið til føroyingar fyri tann rætta prísin.